FAKFELAGSSAMSTARVIÐ
Samstarv millum fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum
Tíðindi
19.03.2026
Væleydnaður politiskur fundur um arbeiðsmarknaðarmál í Finsen 18.mars
Fakfelagssamstarvið takkar øllum forfólkunum í politisku flokkunum fyri sýndan áhuga fyri arbeiðsmarknaðarmálum og somuleiðis fyri eitt gott og virðiligt kjak. Fakfelagssamstarvið fegnast um, at vit í felag við politisku skipaninina fingu varpa ljós á týdningin av at hava ein góðan og tryggan arbeiðsmarknað, sum eisini tiltrekkjur arbeiðsmegi og mennir tað góða samfelagið, tí tann góði arbeiðsmarknaðurin tryggjar tað góða samfelagið
Arbeiðsplássið er karmur um ein triðing av okkara gerandisdegi og áleið helvtina av okkara vaknu tíð. Tí er eitt gott arbeiðsumhvørvi ikki bert eitt krav, men trygdin fyri, at okkara samfelag er haldført.
Tað er tí eitt krav, at vit stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar. Hetta er neyðugt fyri at tryggja heimsins besta arbeiðsumhvørvi, ið skal vera okkara mál!
Hetta gevur fólki orkuna til eitt langt og heilsugott arbeiðslív. Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk blíva slitin, sjúk ella detta av arbeiðsmarknaðinum, tí arbeiðsbyrðan er ov tung.
Eitt kappingarført arbeiðsumhvørvi krevur, at vit fylgja við teimum londum, vit kappast við. Meðan Føroyar halda fast í 40 tímum, hava londini kring okkum longu stytt arbeiðsvikuna til 37 tímar ella minni. Vit eru ikki kappingarfør í stríðnum um tey bestu starvsfólkini.
37 tíma arbeiðsvika er ikki eitt luksusynski, men alneyðugt fyri, at fáa fatur á og enntá halda uppá arbeiðsmegi.
Vit skulu arbeiða fyribyrgjandi. Tað merkir, at vit skapa arbeiðsumhvørvi, har fólk trívast, har fólk fara glað til arbeiðis hvønn morgun og nøgd heim um kvøldið. Starvsfólk skulu ikki gerast slitin, sjúk ella noyðast at fara av arbeiðsmarknaðinum, tí arbeiðsbyrðan er ov tung. Tað má verða samanhangur í krøvum frá arbeiðsgevara og væntanum frá løntakara til innihaldið í starvinum, so tað ber til hjá løntakarum at fremja arbeiði uttan, at tað skal slíta tey upp mentalt ella kropsligt.
Eingin skal blíva sjúkur av at fara til arbeiðis – hvørki kropsliga ella sálarliga. Tí er tað jaligt, at kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi er komin, men nú skal hon eisini vísast í verki.
Vit skulu tryggja fíggjarliga haldføri við at tryggja menniskjaligt haldføri. Tí tað gevur tað lítla meining, um vit ikki tryggja, at fólk halda til eitt langt arbeiðslív. Annars endar rokningin hjá samfelagnum, tí at fólk fella frá arbeiðslívinum í bestu árum. Tað er ein dýrur prísur at gjalda - hjá tí einstaka menniskjanum og familjuni - at gerast óarbeiðsførur í góðum árum.
Ein styttri arbeiðsvika er ein íløga í heilsu, arbeiðsførleika og arbeiðsgleði. Tað er eisini ein íløga í eitt politiskt haldført samfelag, har fleiri orka at vera virkin longur.
Tí er tann góði arbeiðsmarknaðurin ikki bara eitt ynski, men ein treyt fyri tí góða og haldføra samfelagnum.
Fakfelagssamstarvið