FAKFELAGSSAMSTARVIÐ

Samstarv millum fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum

Tíðindi

14.03.2026

Tann góði arbeiðsmarknaðurin - politiskur kjakfundur í Finsen

Nú løgtingsvalið av álvara nærkast er umráðandi at umrøða arbeiðsmarknaðarmál, ið hava týdning fyri allar okkara 8.000 limir. Í hesum sambandi hevur Fakfelagssamstarvið boðið umboðum úr øllum politisku flokkum at luttaka í einum kjakið um tann góða arbeiðsmarknaðin.

Vit fegnast um sýndan áhuga og síggja fram til eitt gevandi orðaskifti. Hervið vil Fakfelagssamstarvið bjóða limum og øðrum politiskt áhugaum á gátt í Avluni í Finsen mikukvøldið 18.mars kl.19.00.

Orðstýrari verður Rógvi Olavson

Vit bjóða kaffi og okkurt leskiligt aftur við.

Politisku umboðini verða hesi:

Ruth Vang, Framsókn

Sirið Steenberg, Tjóðveldi

Jenis av Rana, Miðflokkurin

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin

Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin

Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin

Sámal Petur í Grund, Sjálvstýri

Tiltakið verður eisini stroymt, sí leinki:

Politiskur kjakfundur um arbeiðsmarknaðarmál 18.mars 2026