FAKFELAGSSAMSTARVIÐ

Samstarv millum fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum

Tíðindi

Løgtingið

23.10.2025

Samgongan skal halda fingrarnar burtur frá Arbeiðsloysisskipanini!

Samgongan hevur nú sett ALS – Arbeiðsloysiskipanina – á fíggjarlógina.
Hetta hóast tað í § 2. í lógini um ALS stendur:

 ”Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.”

Sostatt ger samgongan beint øvugt av tí, sum stendur í lógini.
Formaðurin í stýrinum fyri ALS hevur eisini gjørt vart við hetta alment. Men politiska skipanin lurtar ikki.
Fakfelagssamstarvið stuðlar formanninum í stýrinum fyri ALS og heitir á politisku skipanina um at virða ásetingarnar í lógini um arbeiðsloysiskipanina.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS og rinda inn í skipanina. Tí skal politiska skipanin halda seg burtur frá Arbeiðsloysisskipanini. 

Hóast undanførslan hjá samgonguni er, at ALS bara verður ein konto á fíggjarlógini, sum er útreiðslu neutral, so er skjótt, at politiska skipanin fær tað hugskot, at broyta hetta, so peningur í ALS kann brúkast til onnur endamál, eitt nú, um peningur manglar í á fíggjarlógini.
Okkara áheitan á samgonguna er tí: Haldið fingrarnar burtur frá ALS og virði ásetingarnar í ALS lógini §2 a. Sum púra greitt sigur:

“Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.” 

Skipanin riggar væl, sum hon er!


Fakfelagssamstarvið