FAKFELAGSSAMSTARVIÐ
Samstarv millum fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum
Tíðindi
13.02.2026
Felags nevndardagur 13. februar 2026
Felags nevndardagur hjá Fakfelagssamstarvinum var í dag fríggjadagin 13. februar. Dagurin byrjaði við einari framløgu hjá Ben Arabo, formaður í Nýskipanarnevndini, sum greiddi frá arbeiðssetninginum hjá nevndini, hvussu hon arbeiðir og hvat nevndin arbeiðir við. Eftir framløguna vóru nógvir spurningar og eitt gott prát.
Síðan hevði Jóna Ólavsdóttir, granskari og PhD lesandi í almennari fyrisiting, framløgu. Hon vísti millum annað á týdningin av at lurta og inndraga tey fakfólk, sum hava veruliga vitan, tá ið vit skulu broyta og effektivisera almenna geiran. Um hetta ikki verður gjørt kann man gera støðuna verri og endamálið verður als ikki rokkið.
Landsstýriskvinnan við ábyrgd av arbeiðsmarknaðarmálum, Margit Stórá, legði fram um ætlanina hjá samgonguni at gera broyting í arbeiðsumhvørvislógini, so at Arbeiðsplássmetingar vera eitt generelt lógarkrav til allar arbeiðsgevarar. Landsstýriskvinnan vísti somuleiðis á, at arbeiðspláss eiga at arbeiða proaktivt, so at vit hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi, tí vit eru so nógvar tímar til arbeiðis hvønn dag, og vit arbeiða meginpartin av okkara lívið. Tí eiga vit at hava tryggar umstøður kropsliga og sálarliga, meðan vit eru til arbeiðis.
Síðani greiddi Anna A. Andresen, sálarfrøðingur hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, frá Arbeiðsplássmetingum og hvat Arbeiðs- og Brunaeftirlitið arbeiðir við á hesum øki. Hon vísti á, hvat endamálið er og hvussu leiðslan, trygdarumboð og álitisfólk kunnu arbeiða við arbeiðsplássmetingum á einstaka arbeiðsplássinum.
Forfólkini í Heilsuhjálparafelagnum, Mary Antonsdóttir, og Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, hava fingið í lag, saman við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, at arbeiðspláss í Suðuroynni fara at gera royndir við arbeiðsplássmetingum í vár. Anna A. Andresen frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum greiddi frá, hvussu hetta arbeiðið verður skipað. Fundur verður mikudagin í næstu viku, har leiðslur, trygdarumboð og álitisfólk hittast í Vági og Anna A. Andresen undirvísir og svarar spurningum. Á ferðini vera umboð fyri fakfeløgini, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Undirvísingarstýrið.
Fakfelagssamstarvið arbeiðir í løtuni saman við lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum um at orða eitt uppskot til reglugerð fyri samstarvsráð/ nevnd á almenna- og kommunala økinum. Umboð fyri Fakfelagssamstarvið greiddu frá arbeiðinum og týdningin av at fáa samstarvsráð at virka sum skjótast. Endamálið við samstarvsráðum er, at uppbyggja samstarv millum starvsfólk, álitisfólk og leiðslu, so at virðilig arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólkum tryggjast í mun til eitt nú bygnaðarbroytingar og aðrar starvsrættarligar broytingar.
At enda gjøgnumgingu vit seinasta árið í Fakfelagssamstarvinum, roknskap og ársfrágreiðing, og virksemisætlan fyri komandi árið. Nógv mál hava verið á skrá í 2025, eitt nú pensjónsaldurin, sálarliga arbeiðsumhvørvið, barsilsskipanin, 37-tíma arbeiðsvikan og Fasti Gerðarættur. Í virksemisætlanini fyri 2026 verður hildið fram at arbeiða við nøkrum av omanfyri nevndu evnum, og nøkur evni verða løgd afturat m.a rætturin hjá limunum at draga limagjald frá í skatti. Afturat hesum eru nærkast løgtings val, og tað kemur eisini at merkja virksemi í 2026.
Við fakfelagskvøðu
Fakfelagssamstarvið